Svimjihylurin stongdur til fyrstu viku í februar

Í smb. við 1 árs eftirlit skal gerast á sjálvan Myrtha-hylin, er svimjihylurin stongdur fram til fyrstu viku í februar.

Tøkningar frá Myrtha Pool í Italia koma til Føroyar at gera eftirlitið. Í hesum sambandi skal hylurin eisini tømast fyri vatn – og eftir tað, skal vatn fyllast í aftur, reinsast og hitast upp.

Farið verður undir at tøma hylin ónskvøldið 25. januar. Og tað ganga helst umleið 10-12 dagar áðrenn svimjihylurin er opin aftur fyri almenninginum.

Lýst verður nærri júst nær hylurin letur upp aftur fyri almenninginum.