Páls Høll opin aftur

Ónsdagin 15. januar lat Páls Høll upp aftur, eftir at 1 ára eftirlit hevur verið gjørt.

Í tíðarskeiðinum frá fyrst í februar til 15. februar hevur verið framt 1 ára eftirlit á sjálvan svimjihylin í Páls Høll.

Meðan høllin hevur verið stongd, eru eisini ymiskar umvælingar gjørdar, skiftirúm málaði, fugur skiftar, flisar skiftir os.fr.

Enn er ikki komin heilt á mál enn við umvælingunum, eitt nú er Vælveru Depilin ikki klárur, og ymiskt elektriskt arbeiði manglar.

Tó er nú so mikið liðið at vit kunnu hava almenna svimjing aftur.

Vit í Páls Høll takka fyri tolni, sum okkara viðskifti fólk hava víst okkum, meðan umvælingin hevur staðið uppá.

Kom og svim í dag kl. 16! 🙂