Leikaland í heystfrítíðuni

 

Í døgunum 18.-20. oktober verður LEIKALAND aftur í Páls Høll og Marghøllini í Vági.

Í LEIKALANDI verða 8 stórar hoppiborgir og forðabreytir settar upp í Páls Høll og í Marghøllini. Í Páls Høll er eisini møguleiki fyri svimjing, hitapotti, sauna, gosbað os.fr. Meðan tað í Marghøllini ber til at klatra og brúka hentleikarnar í høllini annars.

Í samband við tiltakið verður eisini filipinsk buffet í Marghøllini, har tað eisini verður møguleiki at keypa belgiskar vaflur og kaffi, popkorn og drekka afturvið.

Tiltakið verður hósdagin 18. oktober til leygardagin 20. oktober frá kl. 12 til kl. 18.

Tilber at keypa dags-pass fyri 100 kr. Passini geva atgongd til bæði Páls Høll og Marghøllina. Børn undir 3 ár ókeypis saman við vaksnum.

Broytinar í mun til síðsta LEIKALAND er at tað nú er ókeypis at koma inn í Marghøllina. Dags-pass gevur atgongd til hoppiborgirnar og Páls Høll. Ynskir man bara at vitja Páls Høll, er møguleiki fyri at keypa vanligt atgongumerkið har