Páls Høll letur uppaftur við nýggjari vatnrussjibreyt

Í morgin, ónsdagin 6. mai 2020, letur Páls Høll uppaftur. Samstundis verður nýggja vatnrussjibreytin tikin í nýtslu – og ónsdagin er tí eisini opið frá kl. 13.00 til kl. 18.15 (Páls Høll letur aftur kl. 19).


Harumframt er uttanduraøkið víðkað, soleiðis at tað umframt tveir hitapottar eisini er stórur sólpallur (terassa) har møguleiki verður at njóta góðveðursdagar. Men í tráð við tilmælini frá heilsumyndugleikunum verða hitapottarnir, sauna og gosbað ikki tendraði nú Páls Høll letur uppaftur.

Hesar komandi vikurnar – inntil onnur tilmæli eru frá heilsumyndugleikunum – verður tað bara loyvi at hava tilsamans 50 fólk inni í Páls Høll í senn. Svimjitíðin er av somu orsøk avmarkað, soleiðis at fólk sleppa at svimja 1 tíma hvørja ferð (frammanundan hevur ongin avmarking verið á hesum økinum) – hetta fyri at geva so nógvum sum gjørligt møguleikan at njóta løturnar í Páls Høll. Upplatingartíðirnar í Páls Høll eru niðast í hesi grein.

Tað er Tangavirkið í Vági, sum hevur staðið fyri arbeiðinum at seta upp vatnrussjibreytina og MR-EL hevur gjørt el-partin.

Upplatingartíðirnar í Páls Høll eru hesar

Mánadag
Kl. 8.30 – 9.15
Kl. 16.00 – 18.15

Týsdag
Stongt

Ónsdag
Kl. 16.00 – 18.15

Tórsdag
Kl. 8.30 – 9.15
Kl. 18.00 – 21.45

Fríggjadag
Kl. 15.00 – 19.15

Leygardag
Kl. 12.00 – 18.00

Sunnudag
Kl. 08.30 – 10.15
Kl. 14.00 – 17.00

Páls Høll letur aftur 45 min. eftir omanfyrinevndu tíðir.