Barnahylurin stongdur vegna tekniskar trupulleikar

Vegna tekniskar trupulleikar er barnahylurin í Páls Høll fyribils stongdur.

Nærri kunning verður, tá tekniski trupulleikin er komin í rætt lag.

Páls Høll er tó opin og allir aðrir hentleikar, enn barnahylurin, eru tøkir sum vant.