Hentleikar

Páls Høll bjóðar vitjandi alskyns upplivingar og hentleikar. Niðanfyri kanst tú lesa meiri um hvat tú kann vænta av einari vitjan í Páls Høll.

50 m. svimjihylur
Tann stóri svimjihylurin í Páls Høll er 50 m. langur og 16 m. breiður. Hylurin er býttur í 6 geilar. 50 m. hylurin er umleið 28,0 hitastig.

Vatndýpi er frá 1,05 m. og niður til 1,80 m. Grunni endin av stóra hylinum er 16 m. út, tvs. at eitt økið á 16 m. x 16 m. er við 1,05 m. dýbd. Djypri endin, har dýpi er 1,80 m., er 25 m. langt, soleiðis at tilber at venja í 25 m. hyli, har dýpi er 1,80 m.

Barnahylur
Í Páls Høll er eisini ein barnahylur, sum er 0,40 m. djúpur. Barnahylurin er 4 m. x 6 m. og er 32,5 hitastig. Barnahylurin er ætlaður smábørnum við foreldrum.

Vælverudepil
Í vælverudeplinum er sauna til menn og sauna til kvinnur. Gosbað og ein heitur pottur. Eisini eru tvey massagu-rúm, har eitt dugnaligt toymið av massørum er tilknýtt.

Venjingarmiðstøð
Í Páls Høll er ein vælútgjørd venjingarmiðstøð, sum verður skipað av Vælveru Fitness.