Trygd

REGLUGERÐ & TRYGD fyri tína trygd

Tað eru altíð lívbjargarar til staðar, tá almenn svimjing er í Páls Høll. Lívbjargarar gera alt fyri at fyribyrgja at vanlukkur henda. Men minst til vandin er har framvegis og tú hevur eisini ábyrgd fyri egnari trygd.

Svim tí ongantíð einsamallur.

Børn, sum ikki duga at svimja, skulu í minsta lagi brúka armringar og belti – og harumframt verða undir støðugum uppsýni av einum vaksnum.

Send ongantíð tíni børn ella onnur, sum ikki duga væl at svimja, einsamøll í svimjihøllina.

Tú hevur ábyrgdina av tínum børnum, lat tey ikki verða uttan uppsýn, tá tey eru í svimjihøllini.

Legg ikki ábyrgdina á onnur, heldur ikki eldri systkin.

Børn undir 8 ár hava bert atgongd saman við vaksnum (undantikið tá barna-svimjing er).

Tú svimur við egnari ábyrgd, og merkir hetta, at tú hevur ábyrgdina fyri tínari egnari trygd.

Svim ikki tá tú hevur drukkið alkohol.

Ikki kappast um hvussu longi tú megnar at halda høvdið undir vatninum.

Kanna vatndýpi áðrenn tú kavar.

Ikki trýsta onnur niður í vatnið.

Ikki skumpa onnur út í vatnið.

Epileptikarar og svimjandi við ringum hjarta, skulu verða undir støðugum uppsýni av einum hjálpara.

Páls Høll tekur onga ábyrgd av virðislutum o.ø. hjá vitjandi.

Boð frá starvsfólkunum skulu fylgast.

At enda: Lær teg at svimja 🙂