Venjingarlegur

Páls Høll hevur bestu umstøður til venjingarlegur í Føroyum. Umframt venjing á langgeil (50 m. hyli), so eru venjingarmiðstøð og vælverudepil í Páls Høll. Umstøðurnar til ítróttarfólk og venjarar eru sostatt framúr góðar.

Kostnaðir í samband við venjingarlegur

Banaleiga: 200 kr. pr. bana pr. tíma
Harumframt einstaklingagjald: 20 kr. pr. persón pr. dag (verður vant fleiri ferðir um dagin, er bara 1 gjald)
Venjingar-miðstøð: 40 kr. pr. persón pr. dag

Páls Høll kann eisini skipað fyri yvirnátting, mati og flutningi í Vági og í samband við Smyril.

Ring til okkum og fáa eitt prát um venjingarlegur og kostaðir.