Vælvera fyri krop og sál

Vitja vælverudepilin við sauna til kvinnur, sauna til menn, gosbað og heitum potti.

Ynskir tú at forkela teg eitt sindur eyka, so ber til at fáa massagu, andlitsmassagu, hotstone-viðgerð og  mangt annað.

Minnist til at taka við svimjiklæði og handklæði. Tú er vælkomin at taka við egnan baðikápu, men tú fær eisini baðikápu, tá tú kemur at njóta eina løtu hjá terapeutunum í Páls Høll.